Tórshavn

Gamli tingstaður føroyinga er vorðin ein nýtímans býur. Hann er latin upp fyri umheiminum, útbygdur og altjóðagjørdur. Nógv vaksin og støðugt á ferð....
 
Umframt at vera høvustaður og setur fyri landsins leiðslu og fyrisiting, er hann eisini ein mentanarligur miðdepil; Konsertir, sjónleikir, og alskyns framsýningar eru í dag náttúrligur partur av myndini. Handilsútboðið er stórt og fjølbroytt.
 
Fólkalívið trívist eisini væl í aðrar mátar. Nógvu mat- og kaffistovurnar, og náttarlívið annars, gera Tórshavn til ein savningarstað alt árið. Og ikki bara á ólavsøku: tjóðarhátíðini.
 
Stórt vinnuligt virksemi er í Havn og í altjóðagerðini er samvinnan við útlond økt nógv. Tvey flogfeløg flúgva dagliga við fólki til landið, umframt at ferðafólkaflutningur er sjóvegis.
 
Hetta ávirkar hotel- og gistingarhúsvinnuna. Fyri at nøkta eftirspurningin eru fleiri seingjarpláss útvegaði. Gomlu hotellini og gistingarhúsini eru umvæld og nýggj lata upp.
 
Ivaleyst fer Tórshavn at broytast og mennast enn skjótari í árunum sum koma. Undirsjóvartunnlar verða bygdir millum fleiri oyggjar og sum er kunnu 86 prosent av øllum føroyingum koyra til Havnar. Tað fer at ávirka útboðið á øllum tænastuøkjum.
 
Men, Havnin hevur kortini ikki gloymt sín uppruna. Nógv er gjørt fyri at varveita gamla býarpartin á Tinganesi/Reyni, har tað elsta húsið er frá 1300 árunum. Hugnaligt er at ganga millum gomlu húsini og gera sær mynd av hvussu havnafólk fyrr hava livað.

Tórshavn í tølum

Tórshavn í tølum
  • Posisjón:
    62°03N - 6°45,5W 
  • Tingstaður síðan umleið 850
  • Sjálvstøðug kommuna síðan 1856
  • Keypstaður síðan 1. januar 1909

Fólkatal:

200620,000
200118,067
19011,656
1801545
  • Miðalhitin alt árið er umleið 7 stig.
  • Á sumfrí kemur hitin upp í 20 stig, heitast nakrantíð er 22 stig.
  • Á vetri kann frysta niður í 5-6 stig, kaldast nakrantíð er 11 kuldastig.
  • Vanligt er við 30-40 frostdøgum. Og 20-30 kavadøgum.